VIDEO: Rógvi vann á Meinhardi

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Bryne-Mjøndalen 2-1 (1-1)

Føroyingauppgerð var í næstbestu norsku fótbóltsdeildini í dag. 

 

Bryne við Rógva Baldvinsson á liðnum vann á heimavølli 2-1 á Mjøndalen, ið hevði Meinhard E. Olsen á liðnum.

 

Joachim Solberg legði Mjøndalen á odda longu tá 11 minuttir vóru leiktir. Tríggjar minuttir seinni javnaði Robert Undheim til 1-1. Sami Robert Undheim skoraði sigursmálið fyri Bryne tá eitt lítið korter var farið av seinna hálvleiki.

 

Mjøndalen er nummar níggju í deildini við 39 stigum. Bryne er nummar 11 við 32 stigum. Bryne er sjey stig omanfyri triðaftasta plássinum, har Skeid hevur 25 stig. Skeid hevur bert tríggjar dystir eftir at spæla, Bryne hevur tveir dystir eftir at spæla, og tí er Bryne næstan tryggjað í deildini.

 

Komandi leygardag spælir Bryne á útivølli móti Åsane. Sama dag tekur Mjøndalen móti Grorud á heimavølli. 

 

HER  ber til síggja ein samandrátt av dystinum Bryne-Mjøndalen 2-1 (1-1)