Tað var seint í dystinum millum Ajax og Go Ahead Eagles, at ein viðspælari legði bóltin aftur til Mickey van der Hart, sum verjir málið hjá Go Ahead Eagles.
Tá málmaðurin skuldi sparkað bóltin burtur, rakti hann ikki bóltin, og bólturin trillaði pent í málið. Ójavni vøllurin tóktist verða ein orsøk til, at málmaðurin ikki rakti bóltin.
Støðan í dystinum var tá 1-1, men sjálvmálið hevði við sær, at Ajax vann 2-1.
Mickey van der Hart er 20 ára gamal og er útleigaður frá júst Ajax til Go Ahead Eagles.