Føroyski landsliðsleikarin, Rebekka Benbakoura fekk í januar sáttmála í bestu deildini í Grikkalandi við GPO Kastorias, sum spælir í bestu deildini í Grikkalandi.
- Tað kom í lag, tí ein hevði fylgt gongdini hjá mær í eina tíð, kendi felagið, og hartil kom, at tey høvdu brúk fyri einum áleypara. Síðan settu tey seg í samband við meg, og av tí, at kappingin er ígongd í Grikkalandi, so gekk alt rættiliga skjótt fyri seg, segði hon tá í samrøðu við bolt.fo.
Ígjár skoraði Rebekka eitt framúr gott mál, tá hon og liðfelagarnir í Kastorias á útivølli vunnu 2-0 á Elpides Karditsas í dysti í bestu griksku fótbóltsdeildini.
Stødd ein metur inni í brotsteiginum hjá Elpides Karditsas - einar 15 metrar frá málinum - sendir Rebekka bóltin hegnisliga framvið málverjanum hjá Elpides Karditsas og í netið til 1-0. Seinna málið hjá Kastorias var eitt sjálvmál.
Kastorias er nummar 10 av teimum 14 liðunum í bestu griksku deildini við 16 stigum. Kastoria er í løtuni átta stig omanfyri niðurflytingarstrikuna.
HER ber til at síggja ein samandrátt av dystinum og framúr góða málið hjá Rebekku:
##med2##
##med3##