VIDEO: Rannvá er ikki í góðari venjingarstøðu

OYGGJALEIKIR: Rannvá Carlsson heldur sig ikki verða í nóg góðari venjingarstøðu. Í morgin spælir hon bronsufinalu

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og hoyr eina samrøðu, sum Terji Nielsen hevur gjørt, og sum Ísak Z. Laksáfoss hevur tikið upp.

 

Samrøðan var fyrr í dag gjørd við Rannvá Carlsson, sum tapti 1-2 ímóti Saru Lindskov Jacobsen úr Grønlandi í hálvfinaluni í einmansleiki í badminton. Settmunurin var 21-15, 14-21 og 14-21.

 

Í samrøðuni staðfestir Rannvá Carlsson, at hon ikki er í nóg góðari venjingarstøðu, og tað kostaði tá samanum kom í hálvfinaluni í dag. 

 

Í morgin spælir Rannvá Carlsson bronsufinalu ímóti Chloe Le Tissier úr Guernsey, sum forrestin er bróðirdóttir ensku fótbóltslegenduna, Matthew Le Tissier.