Fleiri túsund fólk vitjaðu á bilafestivalinum á Toftum, sum seinasta vikuskiftið varð hildin á øðrum sinni.
Hetta er eitt tiltak, sum savnar eina rúgvu av fólki, og hetta er eitt høvi, sum bilasølur eru sera fegnar um.
Á tiltakinum vóru bilarnir í miðdeplinum, og her var kjak um ymisk viðkomandi evni við tilknýti til bilar og koyring.
Bilafestivalurin hevði eisini skipað tað soleiðis, at her var spælitjald til børnini, eins og her var tónleikur og góður matur.
Andri Gerðisá hevur gjørt ein stuttfilm í samband við bilafestivalin, og her eru nógvar flottar myndir.
Ein fittur partur av filminum lýsir nógv umrødda rally-koyringina, sum varð fyriskipað á havnalagnum á Toftum.
##med2##