Leygardagin tapti EB/Streymur/Skála 0-5 móti PK-35-Vantaa í innleiðandi bólkaspælinum í Champions League. Í steðginum var støðan 1-0. Annað málið fekk PK-35 Vantaa tá tveir minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki. Seinastu trý málini fossaðu inn innanfyri fimm minuttir. PK-35 Vantaa økti til 3-0 í 75. minutti, og tá 80 minuttir vóru farnir var støðan 5-0 til PK-35 Vantaa.
Hagtølini frá UEFA frá dystinum eru ikki so hugalig og boða frá, at EB/Streymur/Skála hevur havt úr at gera við at verja:
PK-35 Vantaa-EB/Streymur/Skála:
71% | Possession (Høvdu bóltin undir dystinum) | 29% |
25 | Málroyndir | 2 |
17 | Royndir á málið | 1 |
8 | Royndir við síðunnar av málinum | 1 |
Týsdagin klokkan 16 spælir EB/Streymur/Skála móti estiska meistaraliðnum, Flora Talinn sum tapti 2-3 móti PK-35 Vantaa í tí fyrsta dystinum.
Innleiðandi bólkaspælið verður avgreitt í Estlandi.
Her ber til at síggja málini PK-35 Vantaa fekk móti EB/Streymi/Skála umframt nakrar góðar bjargingar hjá Onnu S. Hansen, málverja hjá EB/Streymi/Skála:
##med2##