Tíðliga í morgun føroyska tíð spældu Petur Knudsen og liðfelagarnir í El Paso Locomotive dyst á útivølli í næstbestu amerikonsku fótbóltsdeildini móti Las Vegas Lights.
Petur Knudsen byrjaði á fyrsta sinni inni fyri El Paso, og hann var á vøllinum í 62 minuttir áðrenn hann var skiftur út.
El Paso vann dystin 1-0. Sigursmálið skoraði Miles Lyons, tá 12 minuttir vóru leiktir av fyrra hálvleiki. Uppleggið til málið átti Erik McCue, ið leikti í verjuni hjá AB í fjør.
Hetta er fyrsti dysturin Petur byrjar inni fyri El Paso. Farna vikuskiftið var hann skiftur inn, tá El Paso leikti javnleik 0-0 móti Orange County. Tað var fyrsti dysturin hjá Peturi fyri El Paso.
El Paso er nummar sjey í deildini við 39 stigum. Tað ræður um hjá Peturi og liðfeløgunum at enda millum átta tey ovastu liðini í Western Conference í næstbestu deildini. Átta tey fremstu liðini fara víðari til endaspælið.
HER er ein samandráttur av dystinum Las Vegas Lights-El Paso Locomotive 0-1 (0-1) :
##med2##