VIDEO: Pauli eigur eina topp-5 bjarging í Evropa

(Video) Síggj fimm tær bestu málmansbjargingarnar frá øðrum umfari í EM-undankappingini.

Aftaná hvørt leikumfar í teimum ymisku altjóða kappingunum plagar evropeiska hondbóltssamgongan, EHF at velja fimm tær bestu málmansbjargingarnar.

 

Youtube-rásin hjá EHF, Eurohandball hevur valt eina bjarging hjá Paula Jacobsen í fyrra hálvleiki í EM-undankappingardystinum móti Eysturríki at vera millum fimm tær bestu bjargingarnar hesaferð.

 

HER síggjast tær fimm bjargingarnar Eurohandball hevur kosið at vera tær bestu:

 

##med2##