VIDEO: Patrik og liðfelagarnir ruku út úr Conference League

(Video) Síggj sigursmálið hjá kosovanska liðnum, Drita sum feldi Breiðablik

Farna kappingarár var liðið hjá Patriki Johannesen, Breiðablik í bólkaspælinum í Conference League.

 

Teir skrivaðu søgu við at vera fyrsta íslendska liðið nakrantíð, ið vann seg í eitt bólkaspæl fyri felagslið. Breiðablik fekk - mótsatt KÍ - tó einki stig í bólkaspælinum.

 

Hetta kappingarárið verður tó einki evropeiskt bólkaspæl hjá Breiðablik.

 

Á útivølli í Kosovo taptu Patrik og liðfelagarnir 0-1 fyri Drita, og harvið samlað 1-3 í øðrum undanumfarinum í Conference League.

 

Patrik var á vøllinum seinasta korterið av dystinum, og hann hevði nakrar atsóknir móti málinum hjá Drita. Morgunblaðið skrivar, at við støðuna 0-0 var Hösk­uld­ur Gunn­laugs­son feldur í brotsteiginum hjá Drita, men dómarin dømdi sambært Morgunblaðnum ikki eitt upplagt brotsspark til Breiðablik.

 

Seks minuttir seinni legði Kastriot Selmani Drita á odda 1-0 við einum dreymahøggi.

 

Breiðablik kann nú fokusera upp á heimligu kappingina. Komandi týskvøld hava teir dyst á Kópavogsvøllinum móti Fylkir í bestu íslendsku fótbóltsdeildini. 

 

HER ber til at síggja sigursmálið hjá Drita, ið feldi Breiðablik:

 

##med2##