VIDEO: Pápi Håkan sendi Eysturríki út í HM-myrkrið í 1973

(Video) Í kvøld kann Håkan Ericson gera sum pápin gjørdi fyri 48 árum síðani og forða fyri, at Eysturríki sleppur til eitt HM-endaspæl

Pápi Håkan Ericson, Georg Ericson (1919-2002) sendi Eysturríki út í HM-myrkrið í 1973. Vit kunnu vóna, at sonurin ger honum kunstin eftir á Tórsvølli í kvøld

Pápi Håkan Ericson, Georg Ericson (1919-2002) sendi Eysturríki út í HM-myrkrið í 1973. Vit kunnu vóna, at sonurin ger honum kunstin eftir á Tórsvølli í kvøld

Eysturríkska fótbóltslandsliðið sum spælir móti Føroyum í kvøld á Tórsvølli liggur í hørðum stríði við Skotlandi og Ísrael um at vinna annað plássið í HM-undankappingarbólki F. Danmark er greitt á odda við 18 stigum, og vinnur uttan iva á Moldova í kvøld. Skotland og Ísrael spæla í Glasgow klokkan 17, og ein møguligur vinnari í tí dystinum verður nærum ógjørligur hjá Eysturríki at vinna aftur um Eysturíki ikki vinnur á Føroyum í kvøld.

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum, og hevur upptaktssending við søguligum og nútíðarligum tilfari frá klokkan 15. Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo 

Tá svenska fótbóltslandsliðið vann 2-1 á Eysturríki í einum avgerandi HM-Play Off dysti í Gelchenkirchen tann 27. november í 1973 um rættin at spæla í HM-endaspælinum í Vesturtýsklandi árið eftir. Tá varð pápi Håkan Ericson, Georg Ericson (1919-2002) landsliðsvenjari hjá Svøríki. 

Georg Ericson varð fyrsti svenski landsliðsvenjarin, ið var í fulltíðarstarvi sum landsliðsvenjari. Georg Ericson varð landsliðsvenjari hjá Svøríki millum 1970 og 1979, og megnaði hann saman við hópinum hjá sær at vinna luttøku til HM-endaspælið í Vesturtýsklandi í 1974 og Argentina í 1978. 

Í 1974 gekk framúr. Svøríki vann seg í millumspælið har teir tó endaðu aftanfyri Vesturtýskland sum vann HM-gull og Póland sum vann HM-bronsu.

Í 1978 gekk ikki so væl. Svøríki fekk bara eitt stig, men tað varð ein minniligur 1-1 javnleikur móti Brasil, ið vann HM-bronsu tá.

Ein tann mest minniligi dysturin hjá Georg Ericson varð júst HM-Play Off dysturin móti Eysturríki 27. november í 1973 á einum kavaklæddum vølli í Gelchenkirchen í Vesturtýsklandi. 

Svøríki og Eysturríki vóru í sama HM-undankappingarbólki saman við Ungarn og Malta. Svøríki, Eysturríki og Ungarn høvdu øll átta stig, meðan Malta einki stig hevði. Bæði Svøríki og Eysturríki høvdu málmunin pluss átta, og tí varð neyðugt við einum Play Off dysti á uttanveltaðum vølli fyri at finna HM-luttakaran úr HM-undanbólki 1.

Og tað endaði lukkuligt hjá pápa Håkan, Georg Ericson og manning hansara sum tað sæst og hoyrist her:

##med2##