Fyri fjórðu ferð í søguni verður A-landsdystur millum Danmark og Føroyar, tá liðini dystast í Herning í Miðjútlandi í morgin klokkan 17.
YouTube-rásin hjá danska fótbóltssambandinum, DBU hevur lagt út eitt sjónband við málunum frá teimum trimum dystunum, ið eru leiktir higartil millum londini.
Allan Mørkøre bjargaði kvøldinum og skoraði aftaná gott forarbeiði hjá Abraham Løkin og Torkili Nielsen til 1-1 í Parkini í Keypmannahavn 10. oktober í 1990. Michael Laudrup var stóri munurin millum liðini, og skoraði eldri Laudrup-beiggin tvey mál í dystinum. Lars Elstrup og Flemming Povlsen skoraðu hini bæði málini hjá Danmark í EM-undankappingardystinum fyri 30 árum síðani.
Pápi Sebastian Pingel, Frank Pingel var millum málskjúttarnar tá Danmark vann retur-dystin í Landskrona við 4-0. Kim Christofte, Bent Christensen og Kim Vilfort skutu hini málini í dystinum, ið var leiktur 25. september í 1991. Minni enn eitt ár seinni var Danmark evropameistari.
Seinast liðini hittust var fyri júst 20 árum síðani á Tórsvølli 16. august í 2000, tá Danmark hevði Morten Olsen við róðri á fyrsta sinni. Føroyar spældu í stórum løtum upp við Danmark, men tvey mál sum Ebbe Sand og Brian Steen Nielsen skutu í seinna hálvleiki gjørdust munurin, og vann Danmark dystin, ið var partur av einari norðurlandakapping 2-0.
HER ber til at síggja tey 11 málini, ið higartil eru skotin í A-landsdystum millum Danmark og Føroyar:
##med2##