VIDEO: Póland-Kolumbia 0-3 (0-1)

(Video) Síggj málini sum komu í dystinum millum Kolumbia og Póland í HM bólki G

Kolumbia hevur enn møguleika at vinna seg í áttandapartsfinaluna í HM-endaspælinum í Russlandi. Póland má ferðast heim aftur aftaná seinasta dystin ímóti Japan komandi hósdag. Tað gjørdist greitt tá Póland tapti 0-3 ímóti Kolumbia.

 

HERber til at síggja hæddarpunktini, og ikki minst tey vøkru málini hjá Kolumbia.

 

Í fyrra hálvleki stútaði miðverjin, Yerry Mina, bóltin í málið, eftir stutt hornaspark. Miðverjin, sum skifti til FC Barcelona í vetur, stóð sterkur í myndini í dag, har pólska stjørnan, Robert Lewandowski, hevði tað trupult.

 

 

Í seinna hálvleiki øktu Radamel Falcao og Juan Cuadrado til fyrst 2-0, og síðani til úrslitið 3-0. Kolumbia tóktist hava munin á Póllandi at kalla allan dystin.

 

Pólland – Kolumbia 0-3 (0-1)

 

0-1 Yerry Mina, 40

0-2 Radamel Falcao, 70

0-3 Juan Cuadrado, 75

 

 

Støðan í bólkinum:

1.    Japan 4 (Stig)

2.    Senegal 4

3.    Kolumbia 3

4.    Pólland 0