Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel taptu á útivølli í bundesliguni rættiliga óvæntað 25-27 fyri Wetzlar, ið var á odda 13-12 í steðginum. Till Klimpke í Wetzlar-málinum hevði 17 bjargingar, og tað kostaði Kiel at brenna so nógvar møguleikar. Elias skoraði fimm mál upp á níggju málroyndir.
Kiel er nummar fimm í deildini við 28 stigum.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum. Við 0:49 minuttir sæst Elias skjóta eitt flott mál:
##med2##