Video: Ongantíð verið so stressaður

Tað hevur verið eitt hendingaríkt og spennandi ár hjá Jákup Súna Berg

Jákup Súni Berg hevur havt eitt hendingaríkt ár í ár. Hann hevur staðið á odda fyri venjingarmiðstøðini, Burn, sum hevur eitt ár á baki nú, og hann hevur staðið á odda fyri Burn Showdown kappingini í høllini á Hálsi.

 

Síggj samrøðuna við at trýsta á pílin á myndini

 

- Hetta hevur verið tað árið, har eg havi havt mest stress av øllum, men eri longur byrjaður at gera planir fyri Burn Showdown 2018, sum verður størri enn í ár, sigur Jákup Súni Berg.

 

Hann byrjaði sum ungur at lyfta vektir og stóra fyrimyndin er Regin Vágadal. Í 2010 og 2011 vann Jákup Súni Berg heitið sum sterkasti maður í Føroyum, men í 2012 breyt hann fótin.

 

- Tað var mønustingurin hjá mær. Eg kom ongantíð fyri meg aftur og tað setti seg millum annað eisini í ryggin, sigur Jákup Súni Berg.

 

Hetta bleiv samstundis eisini startskotið til at eina yrkisleið, sum persónligur venjari. Tað byrjaði við Burn Classic, síðani Burn venjingarmiðstøðin og nú sum høvðusmaðurin handan stóra tiltakið, Burn Showdown.

 

Handan Ítróttarfólkini er ein nýggj røð, sum verður at síggja á in.fo og Rás 1 framyvir, har vit gera stuttar samrøður við føroysk ítróttarfólk og ítróttarfólk í Føroyum.

 

Síggj eisini: Sebastian Pingel visti ikki hvar Føroyar var