Klokkan 17.45 fara nógvir hondbóltsáhugaðir føroyingar at seta seg frammanfyri skíggjan fyri at síggja stórdyst í Champions League á DR2.
Í Svendborg taka Óli Mittún og liðfelagar hansara móti franska stórliðnum, PSG í bólki B.
Aftaná seks umfør hevur GOG seks stig, meðan PSG heldur óvæntað bert hevur fýra stig.
23. oktober framdi GOG eitt bragd við at vinna 36-34 á PSG í París. Tá var Óli ein av berandi leikarunum í glæsiliga sigrinum.
Í samrøðu við YouTube-rásina hjá GOG sigur Óli, at hann væntar ikki, at PSG ætlar sær aftur at tapa fyri einum væl minni liði.
HER ber til at síggja og hoyra stuttu samrøðuna GOG hevur havt við Óla undan stóra dystinum móti PSG:
##med2##











