Um vikuskiftið var 20. umfar í Effo-deildini. Her á in.fo hava vit havt samandrátt frá KÍ-HB, NSÍ-B36 og AB-Víking. Í FSF Varpinum hesa ferð ber eisini til at síggja málini í dystunum millum ÍF-EB/Streym og FC Suðuroy-TB.
Trýst á pílin á myndini fyri at síggja FSF Varpið
Bæði í Fuglafirði og í Vági var talan um ringt veður at spæla fótbólt í. Tað sæst eisini á upptøkunum. ÍF vann 4-1, meðan FC Suðuroy og TB deildu stigini í 2-2 javnleiki.
20. umfar:
KÍ-HB 2-0
B36-NSÍ 3-0
FC Suðuroy-TB 2-2
ÍF-EB/Streymur 4-1
AB-Víkingur 0-0