Video: Noreg vann seg víðari við stórsigri

(Video) Síggj hæddarpunktini av dystinum hjá Noregi ímóti Brasil frá HM-endaspælinum í manshondbólti

Noreg hevur tryggjað sær pláss í áttandapartsfinaluni í HM-endaspælinum í manshondbólti.

 

Hetta gjørdist veruleiki tá Noreg í bólki A vann stórsigur 39-26 á Brasil. Í steðginum var Noreg á odda 18-13. Sander Sagosen gjørdist toppskjútti hjá Noregi við sjey málum. Í sama bólki vann Frakland 35-24 (16-11) á Russlandi. Pólland vann ein tepran 26-25 (9-11) sigur á Japan, sum var ógvuliga nær við at gera eina lítla sensasjón í dag.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj nøkur hæddarpunkt frá dystinum millum Noreg og Brasil. 

 

Støðan í bólki A :

 

Frakland 4 dystir 8 stig

Noreg 4 dystir 6 stig

Russland 4 dystir 4 stig

Brasil 4 dystir 4 stig

Pólland 4 dystir 2 stig

Japan 4 dystir 2 stig

 

Tað kann gerast talan um eina norðurlendska uppgerð um Ísland gerst nummar trý í bólki B. Íslendingar komu loksins á sigurskós í dag við einum 33-19 (16-8) sigri á Angola, har góði gamli Guðjón Valur Sigurðsson gjørdist toppskjútti við átta málum. Tunesia og Slovenia leiktu fyrr í dag javnleik 28-28. Slovenia var á odda 15-13 í steðginum. Um Makedonia tapir ímóti Spania í annaðkvøld, og Ìsland eisini vinnur á Makedonia fríggjadagin enda íslendingar, sum nummar trý í bólki B og møta Noregi í áttandapartsfinaluni. 

 

Støðan í bólki B :

 

Slovenia 4 dystir 7 stig

Spania 3 dystir 6 stig

Makedonia 3 dystir 4 stig

Ísland 4 dystir 3 stig

Tunesia 4 dystir 2 stig

Angola 4 dystir 0 stig

 

Í bólki C vann Týskland fyrr í dag 38-24 (21-13) á Saudi Arabia. Týskland og Kroatia hava seks stig fyri tríggjar dystir. Ungarn, Hvítarussland og Chile hava tvey stig fyri tríggjar dystir, og Saudi Arabia liggur aftast við ongum stigi. 

 

Í bólki D vann Katar fyrr í dag 21-17 (9-2) á Argentina. Danmark er oddalið í bólki D við seks stigum fyri tríggjar dystir. Svøríki, Katar og Egyptaland hava fýra stig fyri tríggjar dystir. Bahrain og Argentina hava framvegis einki stig aftaná tríggjar dystir.