Video: Noreg er komið í EM-hálvfinaluna

(Video) Síggj norska málverjan Kari Aalvik Grimsbø skora eitt framúr gott mál við einum framúr góðum kasti

Norsku hondbóltskvinnurnar hava vunnið seg í enn eina EM-hálvfinalu. Hóast Noreg møtti botnliðnum í millumbólki 2, Ungarn , so sluppu norsku kvinnurnar at arbeiða hart fyri sigrinum. Noreg vann 24-23 frammanfyri 1.400 áskoðarum í Helsingborg í Svøríki. Í steðginum var Noreg á odda 11-9.

 

Nora Mørk gjørdist toppskjútti hjá Noregi við seks málum, men tað gekk ikki væl hjá henni í fyrra hálvleiki. Norski landsliðsvenjarin, Thórir Hergeirsson setti Noru Mørk á beinkin eina drúgva løtu í fyrra hálvleiki, tí hon gjørdi ov nógv teknisk mistøk. Í seinna hálvleiki riggaði tó betur hjá Noru Mørk.

 

Noreg hevur vunnið millumbólk 2, og skal møta nummar tvey í millumbólki 1 í hálvfinaluni, sum verður spæld fríggjadagin. Noreg er betri innanhýsis ímóti bæði Danmark og Rumenia, sum í mesta lagi kunnu fáa átta stig, sum er stigatalið Noreg hevur nú. 

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj framúr góða norska málverjan, Kari Aalvik Grimsbø skora eitt framúr gott mál við einum langum, góðum kasti. Kari Aalvik Grimsbø átti sín stóra lut í tepra norska sigrinum við nógvum góðum bjargingum.

 

Í sama bólki vann Rumenia fyrr í dag 30-28 (17-15) á Kekkia. Í skrivandi stund spæla Danmark og Russland.

 

Noreg hevur átta stig, og Rumenia hevur seks stig. Danmark hevur fýra stig, áðrenn dystin ímóti Russlandi. Kekkia hevur tvey stig, og Russland hevur tvey stig áðrenn dystin ímóti Danmark. Ungarn er aftast við ongum stigi.

 

Í morgin klokkan 17.30 verður tann sera avgerandi dysturin millum Rumenia og Danmark. Ungarn og Russland spæla klokkan 15.15, og Noreg spælir ímóti Kekkia klokkan 19.45 í annaðkvøld.