Svøríki gjørdi sítt til at undirstrika, at skandinavisku londini eru stórtjóðir í altjóða manshondbólti. Tað gjørdu svenskarar við at vinna rættiliga trygt 34-28 á Kroatia í dystinum um fimta plássið í HM-endaspælinum.
Í dystinum, ið var spældur í Boxen í Herning var Svøríki á odda 16-13 í steðginum.
Niklas Ekberg gjørdist toppskjútti hjá Svøríki við seks málum. Andreas Nilsson skoraði fimm mál fyri Svøríki. Toppskjútti hjá Kroatia gjørdist Luka Stephancic við fimm málum.
Fyrr í dag vann Spania 36-31 (17-18) á Egyptalandi í dystinum um sjeynda plássið. Sostatt eru heimsins sjey fremstu hondbóltstjóðir úr Evropa.
Spania, Kroatia, Svøríki, Frakland, Týskland og taparin av HM-finaluni millum Noreg og Danmark skulu spæla OL-kvalifikasjón fyri at sleppa til summarleikirnar í Tokyo í 2020. Vinnarin av HM-finaluni millum Danmark og Noreg kvalifiserar seg beinleiðis til OL í 2020.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og síggj hæddarpunkt frá dystinum um fimta plássið millum Svøríki og Kroatia.










