Video: Næstved-Vejle 0-3 (0-1)

(Video) Síggj málini frá dystinum, sum Viljormur Davidsen og liðfelagarnir vunnu 3-0

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj málini frá dystinum ígjár, tá Viljormur í Heiðunum Davidsen og liðfelagarnir í Vejle vunnu 3-0 á Næstved í dysti í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Sigurin merkir, at Vejle aftaná fimm umfør liggur á einum triðja plássi við níggju stigum. Nummar eitt flytur upp í superliguna, meðan nummar tvey og trý spæla kvalifikasjónsdystir um uppflyting til superliguna.

 

Viljormur Davidsen spældi allan dystin á tamb, og hann er nú millum teir meiri royndu spælararnar hjá Vejle. 

 

Fríggjakvøldið spælir Vejle á heimavølli ímóti AB, sum liggur aftast við bert einum stigi. Dysturin byrjar klokkan 18 føroyska tíð.