Kim Hansen hevur millum ár og dag sungið og spælt nógv jólaløg.
Nú er aftur ein nýggjur jólasangur at hoyra við Kim Hansen.
Sangurin eitur Jólini í ár.
Hetta er nýggjur sangur um ta vátu og køldu, men eisini hugnaligu høgtíðina, sum nú stundar til.
Steintór Rasmussen hevur gjørt orðini.
Ingi Isaksen hevur skrivað lagið og spælir tangentar
Jan Zachariassen, bass og gittar
Malan Eyðunsdóttirog Laila Carlsen syngja kór.
Erik Biskopstø hevur ljóðbladað sangin, sum tú kanst hoyra og síggja her:
##med2##