Føroyska handfaringin av covid-19 hevur eftir hondini fingið stórt uppmerksemi frá myndugleikum og miðlum úr øðrum londum.
Nú er ein nýggjur filmur tøkur á netinum um, hvussu Føroyar bastu smittuni, og hvørja ávirkan korona hevur havt á føroyska samfelagið. Tað er filmsleikstjórin Kuba Witek, sum hevur gjørt filmin.
Í filminum er prát við nógvar ymsar føroyingar, sum greiða frá - millum annað Hallur Joensen, Tummas Frank Joensen og Marjun Lómaklett, prestur í Klaksvík.
Eisini verður prátað við Shahin Gaini um, hvussu skjótt ein epidemi kann breiða seg í einum lítlum samfelag sum tað føroyska.
Filmurin er ein góðan hálvan tíma langur og kallast "Together in isolation". Tú kanst síggja filmin her:
##med2##











