12. januar varð Sigrun Bisp koyrd í operatiónsstovuna á Ríkissjúkrahúsinum, tí nýggj lungu bíðaðu eftir henni.
Sigrun Bisp hevur livað við cystiskari fibrosu - sjúkan, sum í stuttan kann lýsast sum ein ílegufeilur í slímframleiðandi kertlunum í likaminum.
Tað stóð illa til fyrr í hesum mánaðinum, men síðani lunguni komu hevur Sigrun livað betur og millum annað tikið hetta videobrotið.
Fyrr í vikuni skrivaði Sigrun soleiðis á sína Facebook síðu "mítt lív við cystiskari fibrosu":
- Her gongur enn framá, og í dag havi eg verið mín fyrsta túr uttan fyri intensivu deild síðani eg varð innløgd 14. desember.:-) Eg havi nógva vesku í kroppinum og hovnan búk, men tað er vanligt við tí viðgerðini, eg eri í. Havi havt trý dren, tí veska hevur verið á lungunum, men tað síðsta drenið varð tikið úr í dag. Eg føli longu stóran mun, havi ikki ilt meir og fái andað betur.
Trýst á pílin fyri at síggja videobrotið, sum Sigrun hevur lagt út.
Størri samrøða við Sigruna verður at síggja á in.fo seinni í dag.