Video: Nýggj føroysk rockvideo við Asyllex

Tungmálmsbólkurin Asyllex, sum er úr Suðuroynni, hevur givið nýggja útgávu út.

Útgávan kallast War Order og inniheldur harðan rocktónleik.

Tónleikarar í bólkinum eru Hans Hammer, Andreas Jacobsen, Luka Radosavljevic, Finnur Nielsen og Bogi Petersen.

Í sambandi við útgávuna hevur Asyllex gjørt nýggja video av sanginum Sodom. Benjamin Hansen hevur lagt videolagið til rættis.

Trýst á pílin í myndini omanfyri, og so sært tú nýggja videolagið.