VIDEO: Mótstøðuliðið hjá KÍ í Conference League vann á útivølli

(Video) Síggj ein samandrátt av dystinum Celje-Olimpija Ljubljana 0-1 (0-1)

Meðan KÍ ikki hevur spælt ein dyst í átta dagar, so spældi mótstøðuliðið hjá KÍ í Europa Conference League, Olimpija Ljubljana dyst í bestu slovensku fótbóltsdeildini ígjár.

 

Olimpia Ljubljana vann 1-0 á Celje á útivølli. Rui Pedro skoraði sigursmálið upp á brotsspark í 36. minutti í fyrra hálvleiki.

 

Celje hevði bóltin 64 prosent av tíðini, og teir høvdu eisini fleiri royndir á málið hjá Olimpija Ljubljana.

 

Klokkan 20 komandi hóskvøld tekur Olimpija Ljubljana móti KÍ á heimavølli, har ultimativa kravið frá fjepparunum og fótbóltsalmenninginum í Slovenia er, at teir vinna á "amatørunum" úr Føroyum.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt av dystinum Celje-Olimpija Ljubljana 0-1 (0-1):

 

##med2##