Klokkan 19.45 í kvøld skal B36 royna at gera KÍ kunstin eftir og vinna seg víðari í Europa Conference League undankappingini.
B36 hevur eina 2-1 leiðslu við sær til leikvøllin í Cardiff í Wales, har Haverfordwest County bíðar.
Haverfordwest hava síðani 6. mai í ár vunnið ikki færri enn tríggjar brotssparkskappingar.
6. mai vann Haverfordwest eina Play Off hálvfinalu móti Cardiff Metropolitan aftaná brotssparkskapping.
13. mai vann Haverfordwest Play Off finaluna um rættin at taka lut í Europa Conference League undankappingini.
Haverfordwest vann á Newtown aftaná brotssparkskapping.
HER síggjast tey avgerandi brotsspørkini móti Newtown, ið vunnu Haverfordwest rættin at kappast í Europa Conference League:
##med2##
Í fyrsta undanumfarinum í Europa Conference League sendi Haverfordwest makedonska liðið, Shkendija út aftaná brotssparkskapping. So tað hevði verið gott um B36 megnaði at greiða sín málsetning áðrenn talan verður um eina brotssparkskapping. B36 hevur tó vunnið nakrar brotssparkskappingar í Evropa seinnu árini.
HER sæst brotssparkskappingin millum Haverfordwest og Shkendija í fyrsta undanumfarinum í Europa Conference League:
##med3##