Tað er stórt trýst á Molde í hesum døgum.
Fótbóltsserfrøðingarnir í Noregi krevja, at teir vinna ein samlaðan sigur á KÍ aftaná 1-2 tapið á Tórsvølli farna týskvøld. Haraftrat hevur Molde eina tætta dystarskrá.
Seinnapartin í dag ferðaðist hópurin hjá Molde longu leiðina til eysturland Noregs fyri at spæla dyst móti botnliðnum, Sandefjord.
Høvuðsvenjarin hjá Molde, Erling Moe hevði gjørt sjey broytingar í byrjanaruppstillingini í mun til dystin móti KÍ. Eisini hann hevur eygað á seinna dystin millum Molde og KÍ á Aker leikvøllinum í Molde komandi týskvøld klokkan 18.
Tá Martin Linnes legði Molde á odda 2-1 við bert seks minuttum eftir av vanligu leiktíðini var Molde á sigurskós. Men væl inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat javnaði Alexander Ruud Tveter til 2-2 við einum ótrúligum stútara.
HER síggjast hæddarpunktini frá norska TV frá dystinum Sandefjord-Molde 2-2 (1-0) :











