Hondbóltsfepurin er risastórur í Grønlandi í hesum døgum.
Grønland er vertur fyri panamerikanska meistaraskapið í manshondbólti, og í glæsiligum rammum og umstøðum sum vit føroyingar kunnu spegla okkum í kappast 11 landslið úr Suðuramerika, Millumamerika og Norðuramerika um at vinna panamerikanska meistaraskapið, og at blíva í minsta lagi millum trý tey bestu liðini sum gevur rætt til at spæla í HM-endaspælinum í Fraklandi í januar.
Grønland er á gáttini til eina hálvfinalu. Grønland legði út við trivaligum sigrum 35-24 yvir Kolumbia og 35-22 yvir Paraguay, har føroyski landsliðsvenjarin hjá Grønlandi, Ingi Olsen eisini gav nøkrum ungum spælarum møguleikan seinasta partin av dystinum.
Ígjár var so tann fyrsta stóra testin hjá Inga Olsen og hansara monnum, tá teir skuldu spæla ímóti Uruguay. Tað stóð á gomlum nøglum hjá grønlendingum í seinna hálvleiki. Uruguay var aftanfyri næstan allan dystin, men fekk togað seg uppá javnleik 29-29, men seinastu løtuna fekk Grønland tvey mál, og vunnu grønlendingar ein sera minniligan dyst 31-29. Tá Miki Heilmann fór framvið uruguayansku verjuspælarunum og skoraði til 31-29 var ein so stórur fagnaður sum neyvan er sæddur ella hoyrdur í Nuuk áður. Í steðginum var Grønland á odda 17-14. Minik Høegh gjørdist toppskjútti hjá Grønlandi við sjey málum.
Grønland hevur tveir dystir eftir í bólki B. Í annaðkvøld klokkan 23 spæla teir ímóti brasilsku favorittunum, og hóskvøldið spæla teir ímóti Kanada sum higartil hevur tapt tveir av trimum dystum.
Um Grønland vinnur seg í hálvfinaluna verður mótstøðuliðið væntandi antin Chile ella Argentina.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj seinastu dramatisku løtuna av dystinum millum Grønland og Uruguay. Frásøgnin er á grønlendskum, men stemningurin hjá áskoðarunum og entusiasman hjá frásøgumonnunum, ikki minst tá Miki Heilmann skorar sigursmálið ger tað meir enn vert at síggja og uppliva hesa seinastu ótrúligu løtuna hjá Inga Olsen og hansara monnum.
2.000 áskoðarar vóru til dystin, og stuðulin til grønlendska liðið var ótrúliga stórur.
Grønland spælir ímóti brasilska bólkafavorittinum, mikukvøldið klokkan 23. Til ber at stroyma dystin á YouTube rásini hjá KNR.
Tað er grønlendska kringvarpið, KNR sum hevur lagt brotið út á YouTube.










