VIDEO: Mikkjal og AIK Stockholm eru nú triðfremst

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum IFK Göteborg-AIK Stockholm 1-2 (0-1)

Fyri fyrstu ferð hetta kappingarárið liggja Mikkjal K. Thomassen, og liðið hann er høvuðsvenjari hjá, AIK Stockholm á einum evropeiskum plássi.

 

AIK Stockholm vann í kvøld á útivølli 2-1 á gamla stórliðnum, IFK Göteborg.

 

Benjamin Hansen skoraði sigursmálið hjá AIK seks minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat til stóran fagnað hjá útiáskoðarunum.

 

Heimaliðið javnaði í 88. minutti, og júst tá sá svart út hjá Mikkjali og hansara monnum at fáa trý stig. Dino Besirovic skoraði fyrra málið hjá AIK í fyrra hálvleiki.

 

AIK Stockholm hevur 48 stig á triðja plássinum. Hammarby hevur 50 stig á øðrum plássinum, og langt fremst er Malmö FF við 58 stigum. Í hølunum á AIK eru Djurgården við 47 stigum og Mjällby við 45 stigum.

 

Komandi sunnudag klokkan 13 tekur AIK Stockholm móti Elfsborg á Strawberry Arena.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum IFK Göteborg-AIK Stockholm 1-2 (0-1):

 

##med2##