Video: Metmálið hjá Wayne Rooney

(Video) Wayne Rooney bjargaði Manchester United eitt stig, og sær sjálvum metið, sum søguligur toppskjútti

Wayne Rooney er nú søguligur toppskjútti hjá bæði enska landsliðnum, og hjá Manchester United.

 

Manchester United lá til at tapa 0-1 ímóti Stoke á útivølli í dag. Í 19. minutti gjørdi Juan Mata sjálvmál, og tað sá leingi út til at fara at blíva sigursmálið, men í tíðini dómarin hevði lagt aftrat bjargaði Wayne Rooney United ta eina stigið við at medda inn eitt gott fríspark.

 

Frísparksmálið merkti eisini, at Wayne Rooney hevur sligið metið hjá gomlu United-hetjuni, Sir Bobby Charlton, sum átti gamla metið við 249 málum fyri Manchester United. Wayne Rooney hevur nú metið við 250 málum, og kann byggja uppá metið. Wayne Rooney hevur higartil leikt 546 dystir fyri Manchester United. 

 

Wayne Rooney er eisini søguligur toppskjútti á enska landsliðnum við 53 málum. Wayne Rooney hevur leikt 119 landsdystir fyri Ongland.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj søguliga málið Wayne Rooney skeyt ímóti Stoke fyrr í dag.