Ígjár vann Paris Saint Germain ein tryggan 3-0 sigur á Olympique Marseille í útidysti í bestu fronsku fótbóltsdeildini.
Tá Lionel Messi økti til 2-0 í 29. minutti aftaná eitt gott upplegg frá Kylian Mbappé var talan um eina søguliga løtu.
Talan var nevnliga um mál nummar 700 hjá Lionel Messi í felagsliðshøpi.
Messi hevur skotið 672 mál fyri FC Barcelona og 28 mál fyri Paris Saint Germain. Harumframt hevur Messi skotið 98 mál fyri argentinska landsliðið.