Føroyingaliðið, Bryne sum hevði Rógva Baldvinsson og Meinhard E. Olsen við frá byrjan vann í kvøld 5-2 heimasigur á Ranheim í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.
Talan var um ein framúr góðan dyst hjá Meinhardi E. Olsen, ið skoraði tvey mál og legði upp til eitt mál.
Bryne-Ranheim 5-2 (3-2)
1-0 Bjarne Langeland (4.)
1-1 Sivert Solli (8.)
2-1 Meinhard E. Olsen (19.)
2-2 Marcus Mehnert (27.)
3-2 Bjarne Langeland (40.)
4-2 Meinhard E. Olsen (54.)
5-2 Robert Undheim (62.)
Bryne hevur trý stig fyri tveir dystir, og teir eru í løtuni á fjórða plássi í deildini.
Komandi dystur hjá Bryne verður á útivølli móti Strømmen komandi týskvøld.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Bryne og Ranheim: https://www.brynefk.no/bryne-tv