VIDEO: Meinhard skoraði fyri Mjøndalen

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Mjøndalen-Stabæk 2-4 (1-2)

Tað gongur einki hjá liðnum hjá Meinhardi E. Olsen, Mjøndalen í næstbestu norsku deildini. 

 

Í dag tapti Mjøndalen fjórða dystin á rað í deildini við 2-4 heimatapi fyri Stabæk. Stabæk var á odda 2-1 í steðginum.

 

Við føroysku brillum er tað tó ein uggi, at Meinhard við góðum skoti skoraði til støðuna 2-3 í seinna hálvleiki.

 

Mjøndalen er nú nummar fýra í deildini við 22 stigum.

 

Komandi hóskvøld spælir Mjøndalen á útivølli móti Raufoss.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Mjøndalen og Stabæk: 

 

##med2##