Norskur ítróttur hevur havt sítt hoyggj við korona-sóttini, og núðstani hetta vikuskiftið byrjaði landskappingin í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.
Bæði føroyingaliðini taptu.
Ári Mohr Jónsson byrjaði inni fyri Sandnes ULF, ið á heimavølli tók móti Start Kristiansand. Start vann dystin 2-1. Erlend Hustad legði Sandnes á odda 32 minuttir vóru lagdir, men beint undan steðginum javnaði Start til 1-1. Tá 18 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini skoraði Start sigursmálið. Ári Mohr Jónsson spældi allan dystin fyri Sandnes ULF.
Bryne er fyri fyrstu ferð í nøkur ár aftur at finna í næstubestu fótbóltsdeildini.
Meinhard E. Olsen og Rógvi Baldvinsson byrjaðu báðir inni fyri Bryne, ið tapti 1-2 fyri Aalesund á útivølli í dag. Aalesund kom á odda 1-0 tá 35 minuttir vóru farnir, men longu tveir minuttir aftaná javnaði Robert Undheim fyri Bryne. Sigursmálið hjá Aalesund kom tá 71 minuttir vóru farnir. Meinhard E. Olsen var skiftur út tá seks minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini.
Komandi hóskvøld tekur Bryne móti Ranheim, og komandi fríggjakvøld vitjar Sandnes ULF Frederiksstad á útivølli.
Á hesari leinkjuni ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Aalesund og Bryne: https://www.brynefk.no/bryne-tv