Meinhard E. Olsen fekk seinasta hálva tíman á vøllinum, og Rógvi Baldvinsson sat á beinkinum tá lið teirra, Bryne vann sera týdningarmiklan 2-0 heimasigur á Jerv í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.
Sigurin merkir, at Bryne eru nærum tryggjaðir. Bryne hevur átta stig niður til Stjørdal sum bara hevur tríggjar dystir eftir at spæla. Bryne hevur tveir dystir eftir, og tí skal nógv ganga galið um Bryne ikki eisini er at finna í næstbestu deildini komandi kappingarár.
Hitt føroyingaliðið, Sandnes hevur bjargað sær í deildini. Tað staðfestu teir í Sandnes við at vinna 2-1 á Ullsaker/Kisa á útivølli. Gullbrandur Øregaard sat á beinkinum allan dystin. Ári Mohr Jónsson er skaddur, og hevur eisini givið avboð til landsliðið. Sandnes hevur 11 stig niður til Stjørdal, ið bert hevur níggju stig eftir at spæla um.
Sandnes er nummar átta í deildini við 37 stigum. Bryne er nummar 10 við 34 stigum. Bæði liðini hava leikt 28 av 30 møguligum dystum.
HER ber til at síggja hvussu Bryne vann 2-0 á Jerv.