Video: Meinhard avgjørdi í yvirtíðini

Meinhard E. Olsen hevur skorað sítt fyrsta mál í Tippiliguni

Meinhard Egilsson Olsen og Kristiansund hava í dag vunnið 1-0 á heimavølli móti Tromsø í Tippuliguni, sum er besta deildin í Noreg.

Meinhard E. Olsen kom inn móti endanum av dystinum. Seks minuttir inni í yvirtíðini skoraði føroyingurin einasta málið í dystinum, tá hann royndi seg við skoti útifrá. Bólturin fór í málið.

http://www.kristiansundbk.no/nyheter/egilsson-matchvinner-pa-overtid?fbclid=IwAR11ggPcvFH5nzcObmqMvqAoAPCd9nP842xPFR2jeoTf0Yxpxv1jzrgBygMSíggj málið við at trýsta HER (Síðani niðast á síðuni)

Hetta er annað málið hjá Meinhardi E. Olsen í norskum fótbólti. Hann avgjørdi eisini steypadystin móti Herd, sum spælir í lægru deildunum. Tá vann Kristiansund eisini 1-0. Nú verður spennandi, um hetta kann verða við til, at føroyingurin fær fleiri minuttir á vøllinum fyri sítt nýggja felag.

##med2##

Gilli Rólantsson hevur eisini verið í dysti í dag. Brann Bergen tapti á heimavølli móti Ranheim. Føroyski landsliðsspælarin spældi fyrsta tíman, áðrenn hann bleiv skiftur út. Í næstbestu deildini taptu Odmar Færø og HamKam 3-2 á heimavølli móti Sandnes.