VIDEO: Meðalaldurin á íslendska hondbóltslandsliðnum er 27,5 ár

(Video) Ísland er í sterkum bólki saman við Danmark, Russlandi og Ungarn í EM-endaspælinum í manshondbólti

Íslendski landsliðsvenjarin, Guðmundur Guðmundsson hevur tikið út hendan hópin til EM-endaspælið í manshondbólti, ið verður leikt í Eysturríki, Noregi og Svøríki komandi vikurnar.

Ísland er í krútsterkum bólki saman við Danmark, Ungarn og Russlandi.

Leygardagin klokkan 17.15 spælir Ísland móti stórfavorittunum, Danmark.

Íslendingar hava ein rættiliga royndan hóp sambært visir.is:

Björgvin Páll Gústavsson - 34 ár
Kári Kristján Kristjánsson - 35 ár
Aron Pálmarsson - 29 ár
Bjarki Már Elísson - 29 ár
Guðjón Valur Sigurðsson - 40 ár
Ýmir Örn Gíslason - 22 ár
Ólafur Guðmundsson - 29 ár
Alexander Petersson - 39 ár
Viktor Gísli Hallgrímsson - 19 ár
Arnór Þór Gunnarsson - 32 ár
Arnar Freyr Arnarsson - 23 ár
Sigvaldi Guðjónsson - 25 ár
Haukur Þrastarson - 18 ár
Elvar Örn Jónsson - 22 ár
Viggó Kristjánsson - 26 ár
Sveinn Jóhannsson - 20 ár
Janus Daði Smárason - 25 ár

Miðalaldurin hjá íslendska liðnum er 27,5 ár.

Tvey tey bestu liðini í teimum seks innleiðandi bólkunum fara víðari til millumumfarið.

HER sæst eitt sjónband frá Vísir, ið presenterar teir íslendsku spælararnar:

 

<iframe width="752" height="423" src="https://www.visir.is/player/85e0ef0c-be95-49ab-8422-6942dea533fa-1578413438688" frameborder="0" scrolling="no" seamless="seamless" allowfullscreen></iframe>