VIDEO: Marrusendingin hjá Jóan Símun

(FM1) Síggj hvussu Jóan Símun Edmundsson heilkiksaði eina sending, ið førdi til málið hjá Hamburger SV

Gamla stórfelagið, Hamburger SV vitjaði Arminia Bielefeld í oddauppgerð í aðru bundesligu í Týsklandi í kvøld.

Dysturin endaði við javnleiki 1-1. Í steðginum var Hamburger SV á odda 1-0 við einum máli, ið var ein marruuppliving hjá Jóan Símuni Edmundsson.

Jóan Símun Edmundsson byrjaði inni í kvøld og spældi væl til 14 minuttir vóru farnir. Tá var hann óansin og spældi áleyparan hjá HSV, Lukas Hinterseer púra leysan móti málinum hjá Bielefeld. Lukas Hinterseer takkaði fyri møguleikan hann fekk á einum silvurfati og skoraði til 1-0 fyri gestirnar. Jóan Símun setti seg á vøllin og helt fyri høvdið av berari iðran. 

At gera ein "Jesper Olsen" verður ein slík marrusending eisini tíðum nevnd.

Eftirfylgjandi høvdu toftamaðurin og liðfelagirnir torført at fáa spælið at ganga. Í steðginum valdi venjarin, Uwe Neuhaus, at skifta føroyska landsliðsspælaran út

Tíbetur javnaði Fabian Klos fyri Arminia Bielefeld stutt inn í seinna hálvleik, so eitt stig fekst burturúr uppgerðini.

HER  ber til at síggja bæði málini. Fyrra málið og mistakið hjá Jóan Símun sæst í tí ovara videobrotinum. 

Komandi leygardag spælir Arminia Bielefeld móti botnllðnum, Dynamo Dresden á útivølli. 

Støðan í aðru bundesligu í Týsklandi:

(Soccerstand)
1.Hamburger SV10 dystir63122:821 stig
2.Stuttgart1062215:1020
3.Arminia Bielefeld10 dystir54121:1219 stig
4.Aue1053218:1618
5.Regensburg1042418:1414
6.Greuther Furth1042411:1414
7.Heidenheim1034315:1313
8.St. Pauli1034314:1313
9.Nurnberg1034318:1813
10.Karlsruher1034316:1813
11.Sandhausen1033410:1112
12.Hannover1033410:1412
13.VfL Osnabruck1032510:911
14.Holstein Kiel1032511:1411
15.Darmstadt1025310:1311
16.Bochum1016319:229
17.SG Dynamo Dresden1023512:209
18.Wehen1022613:248