Havnamaðurin Marner av Lofti, sum fyrr í ár gav út stak lagið "Mín yndis Havn" hevur enn einaferð verið í upptøkuhølinum
Marner greiður frá, at hann hesaferð hevur skrivað ein jólasang, ið hevur heitið "Jól heima í Føroyum". Sangurin er eins og "Mín yndis Havn" upptikin í Danmark, og tað er danin Jens Varmløse, ið hevur staðið fyri upptøkunum umframt, at hann eisini spælir øll ljóførini. Havnagentan Sølva Skov Magnussen, sum flestu Føroyingar kenna sum Sølva Ford er eisini við á útgávuni. Sølva hevur við síni heitu og djúpu rødd sett ein serligan dám á baggrundsrøddirnar.
Við sanginum ynskir Marner øllum vinum, kenningum og skyldfólkum eini góð og hugnalig jól.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og hoyr nýggja jólasangin "Jól heima í Føroyum".
”Jól heima í Føroyum”
Orð & Lag: Marner av Lofti
Sangur: Marner av Lofti
Framleitt: Jens Varmløse
Øll ljóðføri: Jens Varmløse
Kór: Sølva Skov Magnussen, Jens Varmløse og Marner av Lofti
Mastra: Christian Thrane










