Víkingur helt seg hava skorað til 2-1 í 97 minutti við einum góðum høggi hjá Inga Jonhardssyni, men kekkiski dómarin valdi at fokusera upp á at talan var um rangstøðu, og so endaði tað við javnleiki 1-1 og samlaðum 2-3 tapi fyri Inter D´Escaldes úr Andorra, ið tó byrjaði dystin við ongum andorianskum leikara.
Sascha Andreu legði Inter D´Escaldes á odda við einum stútara tá 64 minuttir vóru farnir av dystinum. Verjan hjá Víkingi var tíverri ikki árvakin í tí løtuni.
Tá 76 minuttir vóru farnir gjørdi Sølvi Vatnhamar sum niðri í Andorra, og setti eitt brotsspark í netið, og so var javnleikur 1-1.
Í 97. minutti hildu víkingar seg hava skorað til 2-1 og tryggjað sær longda leiktíð, men dómarin sá ikki tað tey flestu sóu við Djúpumýru í Klaksvík í kvøld. Og Víkingur er úti úr Europa Conference League undankappingini.
HER síggjast málini í dystinum, tó ikki tað kolldømda málið í 97. minutti:
##med2##











