Video: Málríkur vælgerðardystur fyri Chapecoense

(Video) Neymar og vinmenn spældu ein dyst ímóti Robinho og vinmonnum. Allur peningurin fer óskerdur til Chapecoense

Brasilska heimsstjørnan, Neymar skoraði fýra mál, tá Neymar og vinmenn spældu ein vælgerðardyst ímóti Robinho og vinmonnum til frama fyri brasilska fótbóltsfelagið, Chapecoense, sum misti 19 leikarar í einari flogvanlukku 28. november í ár. 

 

Allur peningurin, sum kemur inn frá vælgerðardystinum fer óskerdur til Chapecoense.

 

Neymar og Robinho syrgdu saman við sínum liðfeløgum fyri einum framúr undirhaldandi dysti, sum endaði 13-9 til Neymar og vinmenn. Í steðginum vóru Neymar og vinmenn á odda 7-4.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj nógv vøkur mál og nógvar vakrar detaljur, sum síggjast í hesum hæddarpunktunum, sum eru mong í einum so málríkum dysti.