Málini hjá Rannvá B. Andreasen og Milju Reinert Simonsen vóru minnilig, og frásøgnin á stroymingini hjá FSF og KVF frá dystinum millum Føroyar og Turkaland, sum Føroyar vunnu 2-1 var ikki minni minnilig.
Maria Z. Nesá og Heidi Lava Elgeirsdóttir løgdu hjarta í frásøgnina, og tær sótu í hvør sínum landsliðsbúna og søgdu frá, sum má sigast at verða sera góður stílur.
YouTube-rásin "Krokomime" arbeiðir skjótt, og persónurin handan hesa YouTube-rásina hevur longu lagt hæddarpunktini frá minniliga dystinum út.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og njótið føroysku málini, og hjartaligu frásøgnina hjá Mariu og Heidi. Ein stórur, góður og savnandi dagur fyri øll.










