Video: Mál og útvísing í Gøtu

Sorin Anghel skoraði avgerandi málið í Gøtu, har Skála fekk mann útvístan

Víkingur vann í dag 1-0 á Skála í 3. umfari í landskappingini. Einasta málið í dystinum skoraði Sorin Anghel í seinna hálvleiki, eftir at bólturin kom innfyri úr vinstru. Hetta er fyrsta málið, sum er komið í gjøgnum hjá Skála í landskappingini.

 

Trýst á pílin á myndini fyri at síggja samandráttin

 

Skála fekk móti endanum ein mann útvístan, tá Jákup Jacobsen fekk sítt seinna gula kort. Hetta er triðju ferð at Skála fær ein mann útvístan í hesum kappingarárinum. Við sigrinum er Víkingur oddalið í landskappingini, meðan Skála saman við NSÍ heur tvey stig á 8. og 9. plássi.

 

Víkingur-Skála 1-0 (0-0)

1-0: Sorin Anghel

 

Støðan:

1. Víkingur 7 stig

2. TB/FCS/Royn 6 stig

3. HB

4. KÍ 5 stig

5. ÍF

6. EB/Streymur 4 stig

7. B36 3 stig

8. Skála

9. NSÍ 2 stig

10. 07 Vestur 0 stig

 

Fjórða umfar

17. apríl - annan páskadag

KÍ-NSÍ

ÍF-07 Vestur

EB/Streymur-Víkingur

HB-B36

TB/FCS/Royn-Skála