Tann fyrsta av teimum fýra fjórðingsfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið var í Runavík í dag. NSÍ vann 3-2 á TB/FSC/Royn, eftir at tað stóð á jøvnum 2-2 eftir vanliga leiktíð.
Trýst á pílin á myndini fyri at síggja samandráttin
Tvær ferðir javnaðu suðuroyingar, eftir at NSÍ var komið á odda. Í longdu leiktíðini gekk tó ikki, eftir at Andri Benjaminsen legði NSÍ á odda 3-2. NSÍ er saman við KÍ, HB og B36 víðari til hálvfinalurnar.
NSÍ-TB/FCS/Royn 3-2 (1-1) eftir longda leiktíð
1-0: Einar Tróndargjógv
1-1: Poul Ingason
2-1: Klæmint A. Olsen
2-2: Jón Krosslá Poulsen
3-2: Andri Benjaminsen