VIDEO: Suarez tryggjaði Uruguay Copa America bronsuheiðursmerki

(Video) Síggj hæddarpunktini frá bronsudystinum Kanada-Uruguay 5-6 (2-2)

Lítla landið í Suðuramerika við bert 3,4 miljónum íbúgvum, Uruguay hevur vunnið enn eitt heiðursmerkið í altjóða fótbólti.

 

Í nátt føroyska tíð var bronsudysturin - hann halda tey fast við - leiktur í Copa America kappingini í Charlotte í North Carolina í USA.

 

Dysturin var millum Kanada og Uruguay.

 

Kanada var á odda tá 90 minuttir vóru leiktir, men tveir minuttir inni í yvirtíðini syrgdi 37 ára gamli málrevurin, Luis Suarez fyri at tryggja Uruguay brotssparkskapping.

 

Í brotssparkskappingini skoraði Luis Suarez saman við trimum liðfeløgum upp á fýra av fýra brotsspørkum. Ismael Kone og Alphonso Davies brendu fyri Kanada, og so vann Uruguay brotssparkskappingina 4-3 og harvið bronsu. Kanadiumenn kunnu tó vera ernir av einum flottum fjórða plássi.

 

Kanada-Uruguay 5-6 (2-2 - 1-1) - Bronsudystur

0-1 Rodrigo Bentancur ('8)

1-1 Ismael Kone ('22)

2-1 Jonathan David ('80)

2-2 Luis Suárez ('92)

3-4 Brotssparkskapping

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá bronsudystinum:

 

##med2##

 

Klokkan eitt í nátt føroyska tíð spæla Argentina og Kolumbia finaluna í Copa America í Miami í Florida.