Video: Longri leikbann til Camara

Ibrahima Camara úr B36 hevur fingið lutfaldsliga langt leikbann fyri at sparka ein bólt

Ibrtahima Camara hevur fingið leikbann í tríggjar dystir fyri reyða kortið, sum hann fekk í oddauppgerðini móti NSÍ.

 

Sí hendingina við at trýsta á pílin á myndini

 

Tað var í seinna hálvleiki í 2-2 javnleikinum móti NSÍ í Runavík, at Ibrahima Camara fyrst fekk gult kort. Síðani sparkaði hann bóltin og rakti ein NSÍ spælara. Hetta fekk framherjin hjá B36 bleinleiðis reytt kort fyri.

 

Í dag hevur B36 fingið staðfest, at Ibrahima Camara hevur fingið leikbann í tríggjar dystir fyri “harðskapsatburð”. Sostatt verður Ibrahima Camara ikki við móti Vìkingi í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini, umframt landskappingardystinum millum somu liðini.

Eru tríggir dagar leikbann ov langt í hesum førinum?