Video: Loksins sigur til Jóan Símun og liðfelagarnar

(Video) Jóan Símun hevði onkra atsókn á málið hjá Brøndby, tá OB loksins vann aftur

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og síggj hæddarpunktini av dystinum í donsku superliguna millum OB og Brøndby, sum var spældur í Odense fyrr í dag.

 

OB vann 1-0 við einum sigursmáli, sum Anders K. Jacobsen stútaði inn, tá 42 minuttir vóru farnir. OB hevur ikki vunnið í fleiri umførum nú, og kom dysturin á eitt sera turt stað. 

 

Jóan Símun Edmundsson spældi allan dystin á tamb fyri OB, og við Fyens Stiftstidende segði hann: - Vit hava eina góða kenslu nú, men hetta er bara ein dystur. Sigurin er sjálvandi týdningarmikil. og vit mugu byggja uppá hann. Vit hava havt tvær vikur til at fyrireika okkum til hendan dystin, og Brøndby spælir øðrvísi enn hini liðini í donsku superliguni. Eg haldi vit høvdu gott tamarhald á teimum, segði Jóan Símun Edmundsson m.a. við Fyens Stiftstidende. 

 

Á upptøkuni sæst eisini onkur roynd Jóan Símun Edmundsson hevði á málið hjá Brøndby.