VIDEO: Loksins fekk Helsingborg stig aftur

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Helsingborg-Kalmar 1-1 (0-1)

Viljormur Davidsen fekk heiðurin at vera liðskipari hjá Helsingborg, ið loksins fekk stig aftur í dag aftaná fimm tap á rað í bestu svensku fótbóltsdeildini.

 

Helsingborg tók í dag móti Kalmar á heimavølli. Tá 37 minuttir vóru farnir av fyrra hálvleiki legði Kalmar seg á odda 1-0.

 

Leingi sá tað út til, at Helsingborg mátti staðfesta enn eitt tap, men tá ein minuttur var eftir av vanligu leiktíðini setti Anthony van den Hurk eitt brotsspark trygt í netið. Dysturin endaði 1-1. 

 

Helsingborg liggur aftast í deildini við seks stigum, men bert trý stig eru upp til triðaftasta plássið, ið gevur tveir play off dystir um upp- og niðurflyting aftaná lokið kappingarár.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Helsingborg-Kalmar 1-1 (0-1): 

 

##med2##