Jóan Símun Edmundsson byrjaði ikki inni, men var skiftur inn aftaná steðgin, tá hann og liðfelagarnir í Shkupi taptu 1-2 fyri Rabotnicki á útivølli í dysti í bestu norðurmakedonsku fótbóltsdeildini.
Sjey minuttir undan steðginum legði heimaliðið seg á odda 1-0, og í 56. minutti gjørdi Shkupi sjálvmál. Georg Stojanovski minkaði um munin til 2-1 við einum vøkrum langskoti, men nærri komu Jóan Símun og liðfelagarnir ikki.
Shkupi er nummar sjey í deildini við níggju stigum. Átta stig eru upp til oddaliðið, Shekendija sum hevur 17 stig.
Komandi leygardag klokkan 13 tekur Shkupi móti Strumica á heimavølli.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Rabotnicki-Shkupi 2-1 (1-0):
##med2##