Í kvøld stórfegnast Hørður H. Askham og liðfelagarnir í Roskilde.
Tað eydnaðist í kvøld Roskilde á heimavølli við Hørði á liðnum frá dystarbyrjan at vinna 2-0 á Hvidovre í dysti í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Talan er um fyrsta sigurin hjá Roskilde hetta kappingarárið.
Oliver Juul Jensen legði Roskilde á odda longu í áttanda minutti. Tá níggju minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini staðfesti Selim Baskaya sigurin við einum tryggum brotssparki.
Roskilde er næstaftast í deildini við fýra stigum fyri níggju dystir. Fimm stig eru upp til liðið hjá Daniel Johansen og Adrian R. Justinussen, Hillerød sum hevur níggju stig á triðaftasta plássinum.
Í morgin klokkan 13 spælir Hillerød dyst á útivølli móti Vendsyssel FF.
HER ber til frá TV3 Sport at síggja málini Roskilde skoraði móti Hvidovre.